Ingeborg Vinther úr Vági stóð á odda fyri Føroya Arbeiðarafelag í samfull 31 ár, og fakfelagsarbeiði hevur fylt nógv meginpartin av lívi hennara. Eitt, sum eyðkendi tíðina hjá Ingeborg í fakfelagsarbeiði hennara var, at hon ongantíð var bangin fyri at siga sína hugsan - sjálvt um tað til tíðir leikaði hart á.