Listen

Description

Gutti Winther greiðir nærri frá nøkrum av teimum mongu upplivingunum og ymisku viðurskiftunum, ið nortið varð við í triðja og seinasta parti av sendirøðini Fisk og skips, ið varð um útflutning av makreli til Russland.

Pól Huus Sólstein stjóri á fiskasøluni North Pelagic, ið millum annað útflytir makrel til Russiska marknaðin, greiðir frá avbjóðingum og viðurskiftum á útlendsku fiskamarknaðunum.

Eyðfinn Jensen leggur til rættis.