Finnbogi Isaksen var útvarpsmaður í mong ár - frá fyrst í 1960-árunum til í 1974, tá hann fór at geva Tíðindablaðið út saman við útvarpsmanninum Árna Absalonsen. Eftir at teir góvust við Tíðindablaðnum, tí Finnbogi varð valdur til landsstýrismann í 1975, gjørdi hann kortini nógvar útvarpssendingar. Eitt nú mentasendingarnar Leikur og Lestur og Tilburðir í Okkara øld. Eisini týddi hann útlendskan skaldskap, sum hann las upp. Hann var góður eygleiðari og skrivaði til dømis áhugaverdar frásagnir úr New York og Pragh.