Listen

Description

Skotski fjøllistamaðurin James Yorkston hevur seinastu árini samstarva við svenskar tónleikar og tríggjar tær nýggjstu útgávur hansara The Wide, Wide River, The Great White Sea Eagle og Songs for Nina and Johanna, eru allar innspældar í Svøríki, saman við svenskum tónleikarum.

Tann nýggjasta Songs for Nina and Johanna var tøk tann 22 august og sum heitið sigur, so eru sangirnir skrivaðir til tvær av fremstu svensku tónlistakvinnunum í løtuni Ninu Persson, oddakvinnunua í The Cardigans og Johonna Söderberg, sum saman við systir síni Kláru mannar vælumtóktu duoina First Aid Kit.

Í samband við at Yorkston letur úr hondum 12 útgávu sína, hava vit fingið eitt prát við hann um Songs for Nina and Johanna. 

Vit koma inn á svenska samstarvi,  um Ninu og Johannu sum sangarar, um innspælingina, sum var gjørd í Studio Rymden í Stockholm saman við  The Second Hand Orchestra og framleiðarnum Daniel Bengtson. Vit viðgera eisini  lagskriving, íblástur og spæla eisini flestu løgini av útgávuni

Ragnar A. Jacobsen leggur til rættis.