Listen

Description

17 ára gamli Leo Davidi Sundli, sum í tónleikahøpi nevnur seg STORM, verður ein níggju av luttakarum í norsku melodi grand prix finaluni, sum verður í Håkons høllini í Lillehammer leygarkvøldið 28 februar.
Saman við Erlend Torheim, Jonas Wesetrud Hansen, Martin Stenstad Selen og Noru Eklo, hevur hann skriva sangin Lullaby.
STORM kom í fjør við debutútgávu síni Join The Storm. Hóast sín unga aldur fekk útgávan sera góð skotsmál frá ummælarnum, sum hildu at tónleikurin hjá tannaringinum eins væl kundi verið skrivaður av einum royndum lagskrivara.
Í samband við at STORM verður við í norsku melodi grand prix finaluni hava vit ringt til hansara til eitt prát um Lullaby og grand prix sirkusið.