Listen

Description

Vøksturin hjá reiðaríum skal avmarkast, sigur landsstýrið. Grundgevingin er, at stórar fyritøkur kunnu spilla kappingina og ávirka politikarar.

Men, stór ósemja er um hvussu strammar hesar avamarkingar skulu vera. Serfrøðingar, vinnulívsfólk, andstøðupolitikarar og onkrir samgongupolitikarar leggja dent á, at ræðslan fyri stórum reiðaríum er ógrundað og at tað tvørturímóti kunnu vera búskaparligir fyrimunir við at geva teimum rúm at vaksa.

"Breaking Windows" var ein afturvendandi yvirskrift í USA um aldarskifti. Og tað vóru ikki vanlig glasvindeygu, sum skuldu brótast. Talan var um teldustýrisskipanina Windows hjá KT risanum Microsoft.

Tendraði tú eina teldu í 90'unum var tað í fleiri enn 9 av 10 førum at Windows kom fram á skíggjan. Microsoft átti tá heili 95 prosent av marknaðinum fyri stýrisskipanir, og eigarin Bill Gates var vorðin ríkasti maður í heiminum av tí sama. Harafturat hevði atburðurin hjá Microsoft yvirfyri øðrum veitarum ikki verið fyrimyndarligur. Í onkrum føri var fyritøkan løgd undir at beina fyri smærri kappingarneytum.

Monopolstøðan og monopolistiski atburðurin hóvaði ikki amerikonsku myndugleikunum. Microsoft var dømt at deila Windows forritið við aðrar fyritøkur - og harvið at minka um sín marknaðarpart.

Í flestu londum, sum hava marknaðarbúskap er tað púra vanligt, at kappingarreglur forða fyri, at einstakar fyritøkur fáa ov stóran marknaðarpart ella at tær á onkran hátt fáa fastatøkur í politisku skipanini. USA móti Microsoft er kanska mest glæsiliga dømi um, at sonevndar antitrust reglur hava verið brúktar at tálma vøkstrinum hjá eini fyritøku.

Í Føroyum hava vit nógv dømi um, at fáar og stórar fyritøkur ráða á einum marknaði. Hetta er galdandi fyri eitt nú peningastovnar, tryggingarveitarar, heilsølur, oljuveitarar, alifyritøkur og mangt annað.

Í fiskivinnuni sleppa reiðarí í dag at hava ræði á millum 20 og 35 prosent av veiðirættindunum, alt eftir hvønn skipabólk talan er um. Men, í sambandi við fiskivinnunýskipanina ætla bæði samgongan og sambandsflokkurin at herða avmarkingarnar.

Men KT vinnan í USA og fiskivinnan í Føroyum eru ikki heilt tað sama. Hjá Microsoft var talan um eina reiðiliga monopolstøðu. Soleiðis er ikki í føroysku fiskivinnuni í dag. Ein av høvuðsorsøkunum til sakina móti Microsoft var, at støðan kundi ganga út yvir amerikanska brúkaran. Hetta er heldur ikki viðkomandi í føroysku fiskivinnuni, tí politiska skipanin noyðist ikki at verja føroyska brúkaran móti reiðaríunum. Nógv størsti parturin av fiskinum, sum føroysk skip fiska, verður fluttur av landinum, og kemur sostatt ongantíð í samband við føroyska brúkaran.

Men hvørjir eru so fyrimunir og vansar við at leggja avmarkingar á, hvussu stóran part av veiðirættindunum einstøk reiðarí sleppa at hava?

Fleiri serfrøðingar hava víst á, at strangar anti-trust avmarkingar kunnu ganga út yvir kappingina á eini møguligari uppboðssølu, tí tey, sum hava rakt hámarkið, ikki sleppa at luttaka á uppboðssøluni.

Avmarkingarnar kunnu eisini forða fyri, at samfelagið fær ágóðar av stórrakstri, eitt nú at fleiri fólk við hægri útbúgving verða sett í starv, ella at vinnan av sínum eintingum fer í gongd við at menna nýggjar vørur. Nýskipanarnevndin nevnir í sínum áliti, at ein greið andsøgn er millum at avmarka støddina á fyritøkunum, og samstundis vilja hava virðisøking í fiskivinnuni.

Hinvegin er tað bara parturin av veiðirættindunum hjá einum reiðaríi - ikki sjálvt virði á reiðarínum - sum verður avmarkað. Tí er tað, á pappírinum, eingin avmarking í sambandi við menning av nýggjum vørum, og tí skuldi virðisøking verið møgulig, og enntá gagnlig, tá eitt reiðarí hevur rakt hámarkið. Men, tað er ein sannroynd, at størri fyritøkur hava betri førleika og orku at fara undir tílíkt royndarvirksemi, og tí er eingin ivi um, at anti-trust avmarkingar kunnu ganga út yvir virðisøkingina.