Listen

Description

Fyrsta hornblástrarfelaga á Eiði varð stovnað í 1920, tá fyrstu hornini vórðu keypt - 2 trompetir, 2 althorn, 1 tenorhorn, 1 Es-tuba, 1 lítla trumma og 1 klokkuspæl. Eftir øllum at døma hava tíðarskeið verið við lítlum og ongum hornblástri; men undir Seinna heimsbardaga kom lív í aftur og eftir kríggið fóru menn burtur, so tá bar einki til við hornum.

22. januar 1967 varð Eiðs Ljómfelag endurstovnað. Orkestrið var rættuliga virkið hesa tíðina og styttri tíðarskeið uppundir hornorkesturstevnuna hevði Eiðis Ljómfelag í fleiri ár útlendskan venjara á vitjan: Gert Rasmussen, hornblásari í Sønderjyllands Symfoniorkestri. Bróður hansara, Svend Rasmussen, var venjari hjá Fuglafjarðar hornorkestri. Aftan á eini 10 ár í dvala, var tann 27. apríl í 1991 aftur ein roynd gjørd fyri at fáa lív í Eiðis Ljómfelag.

Fyrr var orkestrið eitt reint Brass Band, men nú eru eisini træblásarar við, so talan er nú um eitt harmoniorkestur.

Tað eru musikkskúlalærararnir Oddur Magnusson og Ólavur Olsen, sum taka sær av venjingunum.

Konsertskrá
Konsertin er býtt upp í tveir partar, fyrsti partur verður stjórnað av Oddur Magnusson og seinni partur av konsertini, verður stjórnað av Otniel Nygaard.

1. Eg Oyggjar Veit Lag: Hans J. Højgaard Ltr.: Kári Bæk

2. Highland Cathedral Lag: Micheal Korb/Uli Roever Ltr.: Siegfried Rundel

3. Så Skimrande Var Aldrig Havet Evert Taube Ltr.: Stein Ivar Mortensen

4. The Old Rugged Cross Lag: Traditional Ltr.: Alan Fernie

5. Eiði Mín Heimbygd Lag: Hans Erland Í Brekkunum Ltr.: Atli Kárason Petesen

6. 4. Løg av Eiði Ein sirpa við 4 løgum Lag: Risin og Kellingin: Johan Kallsoy Vetur: Johan Kallsoy Vár: Johan Kallsoy Hav Upp Segl: Ókendur

7.Jazz Band Lag: L. Sasdelli, A. Tommasi Ltr.: Didier Ortolan Solistar: Oddur Magnusson, Klarinett

8. Tijuana Taxi Lag: Ervan "Bud" Coleman Ltr.: Michael Brown

9. Tailgate Ramble Lag: Zane Van Auken

10. Føroyar Mín Móðir Lag: Knút Olsen Ltr.: Otniel Nygaard

 

Finnur Hansen stóð fyri upptøkunum og Kári Sólstein hevur sett saman.

Kelda: Eiðis Ljómfelag.