Góðu áhoyrarar
So var aftur grækarismessa - dagurin, tá skótaliðini í fullum búna og við fløggum koma fram á torg við boðskapinum um, at nú fer aftur at vára í landinum. Og tøkk fái tit skótar, nú tit enn einaferð hava tikið stig til at hátíðarhalda henda várdagin, nú tjóðfuglurin aftur tekur land eftir vetrarhvíld við blíðari strendur. Hetta er vanliga dagurin, tá vit kaga fram móti ljósa summarinum, sum fer at koma.
Grækarismessuhald var á fyrsta sinni hildið her á hesum staði í 1943. Og við hesi mongu grækarismessuhald hava vit upp í saman hoyrt um tjaldrið og um ein gamlan páva í Róm, sum doyði fyri meira enn 1400 árum síðani. Og sjálvandi kundu vit enn einaferð tosað um tjaldrið ella um Gregor hin Stóra, sum legði navn til hesa katólsku messu, men eg haldi, vit gera tað øðrvísi.
Góði áhoyrar
Kendi bretski politikarin Winston Churchill segði beint eftir seinna veraldarbardaga, tá arbeitt varð við at leggja lunnar undir Sameindu Tjóðir, "Never let a good crisis go to waste." Latið ikki eina góða kreppu fara til spillis. Veraldarbardagin, sum kostaði 60 mió. menniskjum lívið, førdi til, at Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn, hvørs høvuðsendamál er at tryggja heimsfriðin.
"Never let a good crisis go to waste," - hetta ljóðar kanska løgið fyrstu ferð, ein hoyrir tað, men í hesum orðum liggur stóru vísdómur. Sjálvandi ynskja vit ikki kreppur, men tær koma við millumbilum, um vit vilja tað ella ikki, men stóri og klóki spurningurin er, um vit kunnu læra nakað av teimum. Vit hava á okkara egna máli eitt orðatak, sum sipar til tað sama. "Neyð lærir nakna kvinnu at spinna."
Tá stóra búskaparliga kreppan fyrst í 90 árunum tók kvørkratak á Føroyum, so hendu í kjalarvørrinum av kreppuni ein røð av broytingum í okkara samfelagsskipanum, sum allar uttan undantak hava verið til fyrimuns fyri eftirtíðina. Kreppan setti ferð á at fáa framt neyðugu politisku tiltøkini, sjálvt um flestu teirra vórðu illa móttikin. Og tað er als ikki vist, at hesar neyðugu broytingar høvdu verið framdar tá, um vit ikki fingu hesa stóru kreppuna. Tíverri síggja vit alt ov ofta, at tað skal ein kreppa til, áðrenn nakað hendir.
Eg hugsi, at eftirtíðin fer serliga at minnast eina grækarismessu fram um aðrar, og tað var hon í fjør. Tað var henda dag, tá henda herviliga farsóttin ikki bara meira ella minni legði Føroyar lamnar, men meira ella minni allan heimin. Henda evarska lítla virusin, sum ikki sæst uttan við sterkari sjóneyku, kom sum tjóvur á nátt og broytti allar okkara skipanir og okkara livihættir. Hetta farna árið hava á leið 120 mió. fólk verið rakt av sjúkuni, og gott og væl 2,6 mió. fólk eru deyð.
Hendan virus gevur okkum menniskjum greiðu boðini um, hvussu sárbar og veik vit eru, tá á stendur. Hon sigur okkum hart og týðiliga, at hóast vit halda okkum kunnu gera alt, og at vit halda okkum vera harrar yvir alt og øllum, so skal náttúran bara remba sær eitt lítið sindur, so fellur alt okkara til jarðar sum eitt korthús. Vit eru í botn og grund fult og heilt undirgivin náttúruni við húð og hár. Er hon ikki okkum til vildar, so eru vit prísgivin. Nú var tað ein farsótt, aðrar tíðir hava tað verið tsunamiir, skerpingur og jarðskjálvtar. Men ringast av øllum er, at alt hetta vendir aftur við millumbilum.
Latið okkum tí sláa fast, at hóast vit menniskju eisini sambært Halgu Skriftirnar eru sett omanfyri alt og til at ráða øllum, so eru vit álíkavæl ótrúliga viðkvom og sárbær. Hóast vit kunnu senda fólk upp á Mánan og bilar upp á Mars, so eru vit mestsum hjálparsleys, tá náttúran og hennara viðurskiftu ikki eru okkum til vildar. Tí mugu vit gera alt okkara til, at náttúran er okkara viðspælari og ikki okkara mótspælari. Ein sera sera viðkomandi spurningur er tí, um vit nú fara so væl um okkara umhvørvi í dag?