Sendingin "Árið, ið fer í tíðindum og aktuellum" er ein sending um nøkur av evnunum, sum hava fylt nógv í 2020. Málið er at fáa í lag nakrar øðvísi og uppbyggjandi samrøður um hesi evni. Millum annað verður løgmaður og onnur lyklapersónar í koronasøgu føroyinga settur í sóttarhald á Hotel Vágum, og Hilmar Eliasen, stjóri í SSL, fer út at sigla saman við nólsoyingum.
Evni í sendingini:
4. mars kom fram alment, at fyrsti føroyingurin hevði fingið staðfest korona, og 12. mars 2020 gjørdi koronafarsóttin, at føroyska samfelagið mátti steingja og fara niður í ferð. Korona fylti so nógv í 2020, at "sóttarhald" gjørdist ársins orð.
10. november varð skipað fyri kommunuvali, og úrslitið gjørdi, at fýra av mest markantu borgarstjórunum í landinum mistu valdið.
1. desember tók John Rajani við starvinum sum fyrsta føroyska sendifólk í Ísrael.
18. desember skipaðu nólsoyingar enn einaferð fyri mótimælisgongu úti í Tinganes at mótmæla vánaligu handfaringina av ferjusambandinum, sum ger tað torført at búgva í oynni og at á rbeiða og ganga í skúla í Havn.
2. november varð nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri handað landsstýrinum.
19. desember lat Eysturoyartunnilin upp. Farleiðin fer at kollvelta Føroyar eru tað nógv sum halda. Hvat halda teir borgarstjórarnir, sum skulu stýra kommunurnar kring nýggju farleiðina?