Mikukvøldið handaði landstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, Mentanarvirðislønir Landsins í Løkshøll í Runavík.
Størsta virðislønin, Mentanarvirðisløn Landsins, varð latin Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinnu; Serstaka virðislønin varð latin Biritu Poulsen, operasangarinnu; meðan Heiðursgáva Landsins varð latin Ósbirni Jakobsen, arkitekti:
Millum verkætlaninar, sum Ósbjørn hevur staðið fyri, er nýggja Mentanarhúsið í Klaksvík, konsert- og ráðstevnuhúsið Harpa í Reykjavík, Ráðhúsini hjá Eysturkommunu í Norðragøtu, miðbýurin í Klaksvík, og risastóra smoltstøðin hjá Bakkafrosti norðuri á Strond á Borðoynnið.
Tú kanst hoyra sendingina her!