Listen

Description

Sendingin hesaferð snýr seg millum annað um hjálpararbeidi í sambandi vid, at 20 ár eru lidin sídani Móðir Teresa doyði

Vit fáa vitjan av Føroysku Barnahjálpini, ið útvegar fátøkum børnum í menningarlondum varandi hjálp.

Eisini fáa vit ordid á Harriet Poulsen, sum letur studul til tvey børn, eitt í Libera og eitt í Filipsoyggjunum, sum hava vánalig lívskor

Áhugafelagsskapurin Búgva sóknast eftir fleiri leigubústøðum í Føroyum, serliga í høvuðsstaðnum, tí privati leigumarknaðurin er lítil, dýrur og ótryggur. Í gjárkvøldið sóu vit í Degi og Viku, at tað er lættari at fáa lán at keypa hús í Havn, enn tað er at fáa lán at keypa hús á bygd. Elin Hentze frá áhugafelagsskapinum Búgva, kemur í útvarpsstovuna.

Vit spyrja eisini landsstýriskvinnuna á økinum, Eyðgunn Samuelsen, hvørjar ætlanir hon hevur vid bústaðarmálum í Føroyum, og um hon ætlar sær at loysa trupulleikarnar, sum eru vid tómum húsum í kommunum, og vid leigubústaðartroti.

Eisini bjóða vit Bústøðum at greiða frá, hvørjar ætlanir tey hava, og hvussu nógv fólk eru á bíðilista til leigubústað.