Í sendingini hesaferð varpa vit ljós á eitt mistak á málinum undir ólavsøkukappróðrinum, tá áttamannaførini høvdu róð. Tað hevði við sær, at Argjabáturin var føroyameistari í eini 30 sekund fyri síðani at missa tað, og vit tosa við Rene Shaki Joensen, sum fer at spæla fótbólt í Íslandi næstu mánaðirnar.
Kim Hansen er gestur í táttinum, Tónleikarin og tónleikurin, og vit vitja eisini forkunnugan bólk, sum eitur. Gulaza framførir tekstir eftir kvinnum úr Yemen, ið er givnir víðari frá móður til dóttur gjøgnum nógv ættarlið. Í Yemen er framvegis vanligt, at gentur niður í 10 ára aldur verða giftar burtur. Bólkurin ger nógv burtur úr at vísa á skeivleikan í hesum.