Ferðafólkatalið setur met so gott sum hvønn mánað, og í gjár var greitt, at fleiri enn 51.000 fólk ferðaðust um Vága floghavn í juli. Í sendingini fara vit á rundferð í Vága floghavn.
Vit hava eisini verið til brúðarvígslu, har eitt norskt par giftist í Klaksvík í gjár, og tað vísir seg, at fleiri og fleiri útlendsk pør koma til Føroya fyri júst at giftast.
Kópakonan og Kalsoyggin er eitt av heilt stóru ferðamálunum í norðoyggjum í ár, og tað er úrslit av góðari marknaðarføring og einum skipaðum heildagstilboði í Kalsoynni, sigur leiðarin á Norðoya Kunningarstovu.
Vit hoyra eisini eina lítla og stuttliga søgu um, hvussu forkunnugar orsøkir kunnu vera til, at ferðafólk velja at vitja Føroyar.
Og vit hitta útlendsk ferðafólk og fregnast um, hvaðani tey eru, og hvussu tey hava hoyrt um Føroyar.