Fyrri tímin:
Vit vitja umborð á einum supply-skipi, sum júst er farið langa leið. Tað serliga er, at hetta skipið hevur ikki verið við føroyskan kai-kant í fleiri ár, og vit hava fingið eina rundferð umborð, og hava prátað við skiparan og stýrimannin.
Í september verður fokus sett á minnilutar, tá Faroe Islands International minority films festival verður í Føroyum. Vit hitta fyriskipara, sum greiðir frá, hví tað hevur stóran týdning, at fokus verður sett á minnilutar í Føroyum
Eyðun Nolsøe gevur í næstum nýggja fløgu út, og hann kemur á gátt til eitt prát um útgávuna og eitt spildurnýtt staklag, sum verður at hoyra fyri fyrstu ferð í útvarpinum í dag.
Seinni tímin:
Fyrr í vikuni hava vit gjørt eitt sindur burtur úr ljóð dálking og órógvandi gangi frá skipum, og í dag halda vit fram at viðgera hetta evnið.
Sirið Stenberg, avvarðandi landsstýriskvinnu í Heilsu og Innlendismálum, greiðir frá ábyrgd og lóggávu á økinum, og Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, kemur í útvarpstovuna at greiða frá ábyrgdarøki og virksemi hjá stovninum.
Vit tosa eisini við Bjarka Ellefsen, serlækna innan oyrna-, næsa- og hálssjúkur á Landsjúkrahúsinum, um ampa og árin av óljóði og gangi.