Nú nátatíðin er byrjað, minnir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á nátasjúkuna. Og hvussu hagreiðir tú nátan, uttan at sjúka stendst av?
Vit tosa við djóralækna, ið fer at greiða frá, hvussu tey, sum taka náta, kunnu fyribyrgja at gerast sjúk.
Og eitur hann náti ? ella havhestur, og hvat er rætta orðið at brúka um fuglin? Hetta spurdu vit tykkum lurtarar.
Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum á ein sera dugnaligan hátt hevur miðlað gransking. Hvat er endamálið og hvør og hvørji kunnu heiðrast? Hesar og aðrar spurningar seta vit stjóranum í Granskingarráðnum.
Vit frætta um nýggjan føroyskan spælifilm, ið er á gáttini; vit frætta um føroyskan film yvirhøvir, eins og vit venda aftur til Føroyska filmsfestivalin fyri minnilutar.
Eisini finna dagsins 67?ara, eins og dagsins tónleikur hevur tann felagsnevnara, at sjeytalið er seinasta siffrið í útgávuárinum.