Samfelagsfrøði er nýggj lærugrein í fólkaskúlanum í ár, og vit hava hitt bæði lærarar og landstýriskvinnuna í mentamálum.
Vit hava eisini verið á vitjan hjá frískúlanum í Kelduni í Skálabotni, og fingu eina reportasju haðani.
Lost and Found er heitið á fyrstu tónleikaútgávuni hjá kvartettini, Svabonio, sum er mannað við Angeliku Nielsen, Ólavi Jacobsen, Daniel Rye og Fiona Parker. Vit práta við limir úr Svabonio um útgávuna og bólkin, og spæla trý løg av nýggju fløguni.
Tveir sera áhugaverdir fótbóltsdystir eru í kvøld - hjá monnunum hittast steypafinalistarnir báðir, B36 og NSÍ, men tað er tó landskappingin, sum prátið fer at snúgva seg um. Og í kvinnudeildini er sannur toppdystur, tá Kí og EB/streymur/Skála hittast. Liðini liggja jøvn í stigum og hava tveir innanhýsis dystir eftir.