Sjómannadagarnir í Klaksvík eru í hæddini. Vit eru í Klaksvík og práta um vatnkríggj, fiskikapping, og hvat annars er á skránni leygardagin, umframt at vit støkka inn á gólvi í nýggju húsum Nólsoyar Páls.
Í næstu viku eru 30 ár síðani, at filmurin Dirty Dancing kom út við Patrick Swayze og Jennifer Grey í høvuðsleiklutunum. Filmurin bleiv eitt blockbuster hitt, og fá munnu tey vera, sum ikki kenna hendan filmin, sum nam við fleiri eldfim evni. Í seinna tímanum spola vit tíðina aftur til 1987 saman við tveimum fjepparum og góðum tónleiki úr filminum.
Í august í ár eru eisini 40 ár síðan Elvis doyði, og í tí sambandi hevur Norðurlandahúsið saman við Listastovuni í Miðvági bjóða svenska bólkinum Fröken Elvis til Føroya at heiðra Konginum. Vit prátaðu við limir úr bólkinum og við umboð fyri Listastovuna, um virksemið har