Fyri næstan hálvum triðja ári síðani var full sólarmyrking í Føroyum. Í dag uppliva amerikanarar í 14 statum sama fyribrigdið, og vit tosa við føroying, sum er farin til USA at uppliva sólarmyrkingina.
Vit tosa eisini við myndamannin, Jens Jákup Hansen, ein lítlan film, sum hann gjørdi um nakrar ørkymlaðar hønur undir sólarmyrkingini í Føroyum 20. mars 2015.
Landsliðið til næstu tveir HM undankappingardystirnar í fótbólti er úttikið, vit tosa við landsliðsvenjaran og liðskiparan.
Fríggjadagin svumu sjey mans úr Tjørnuvík til Risan og Kellingina, har teir heilsaðu upp á kendasta parið í Føroyum.
Í seinna tímanum er Guðrun Sólja Jacobsen gestur í táttinum "Tónleikarin um tónleikin".