So bjóða vit enn einaferð vælkomin í Summartíð, og aftur í dag hava vit nógv ymiskt á skránni.
Kinna Poulsen, listaummælari, gevur út bókina, Listamál. Hetta er eitt greinasavn hjá høvundanum um ymisk listamál, sum hava verið uppi og vent síðani 2010.
Vilt tú hoyra klassiskan tónleik á ein minni klassiskan hátt, so er tað kanska sansaríka tónleikaferðin hjá Ensemble Sirius, ið kann bjóða tær tað.
Hvørt húski í landinum fær ein pakka við postinum frá Fólkakirkjuni í morgin, nú 500 ár eru liðin síðani trúbótina. Í pakkanum er lesnaður til bæði yngri og eldri - eitt nú ein teknirøð til tey yngru um lívið hjá Luther.
Bogi Mouritsen fekk fyri góðum ári síðan nóg mikið av gerandisdegnum, so seinasta hálva árið hevur hann siglt í miðjarðarhavinum í seglbátinum Polyhymna.
Dimma er nú talgild aftur - nýggj heimasíða er gjørd, og vit tosa við blaðstjóran.
Og Hans Andrias Midjord hevur sitið við eitt pokerborð í Barcelona í allan dag, har endaligi vinningurin er heili 50 milliónir. Seinast vit frættu er Hans Andrias framvegis við í kappingini, men hetta er bara fyrsti dagur. Vit ringja til Barcelona síðst í sendingini.
Verðið vælkomin í Summartíð, sum í dag leggur fyri við Eyðuni Nolsøe.