Nú 500 ár eru liðin síðan Trúbótina, hevur Eyð Matras skrivað ein leik um konu Martin Luther, Katharinu von Bora, sum millum annað var bryggjari.
Eisini teknirøðin um lívið hjá Luther, og ætlanin um at lata fleiri av okkara kendastu sálmum í nýggjan ham eru á skránni. Vit tosa við Birgir Kruse og Gudmund Mortensen.
Nú Kommunuskúlin í Havn verður umbygdur til lestraríbúðir, hevur Tórshavnar býráð samtykt, at partar av fyrrverandi skúlanum skulu hýsa mentanarligum virksemi burturav.
Vit hitta Gunnvør Balle, forkvinnu í Mentamálanevndini, eftir kl. 16, og eisini kom Arina Bischoff kórsangari og nevndarlimur í kórsambandinum á gátt.
Runavíkingurin Hans Andrias Midjord situr á triðja degi við pokerborðið í Barcelona, har 50 milliónir eru upp á spæl í hesum døgum. Tað er longu nú greitt, at hann kemur at vinna nakrar tíggjutúsund krónur.
Lp plátur eru aftur vorðnar vælumtóktar, og alsamt fleiri føroyskir tónleikarar geva sín tónleik út á vinyl. Ein tann nýggjasta føroyska LP'in er við Elinborg Pálsdóttir, sum hevur útgávukonsert.