Listen

Description

Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Keypmannahavn skipa fyri einari landslagskanning, hvørs endamál er at finna út av, hvat meinigi føroyingurin heldur um náttúruvirðini í føroyska landslagnum, og framtíðar menning av landinum. Vit frætta nærri um gongdina í kanningini.

Hóskvøldið vóru fýra Embla Nordic Food Awards virðislønir latnar í Keypmannahavn. Føroyingar vunnu ikki færri enn tríggjar teirra. Ein av vinnarunum kemur á gátt.

Gudstænasta sunnudag er ikki nakað forkunnugt sum so, men sunnudagin verður gudstænasta á Slættanesi. Vit práta við fyriskipara um tiltakið.

Finalan um løgmanssteypið er leygardagin, og hon fer at seta dám á serliga seinna tíman í sendingini í dag. Vit hava verið til rekkjukoyring við Guliganz, og vit vitja eisini í B36 leguni - eins og vit eisini tosa við mest umrødda málverjan hesa vikuna - Tórður Thomsen, sum er leikbannaður til finaludystin. Og vit hitta eisini ein trúfastan B36 fjeppara, og spyrja, hvat hon fer at gera leygarkvøldið, tá finalan er.