Vit tosa við lívfrøðing, ið fer at greiða frá avbjóðingunum, ið standast av hesum.
Eisini hava vit spurt kommunur ymsa staðni í Føroyum, hvør trupulleikin er av fremmandum plantum og skordýrum í teirra kommunu, og hvat kommunan ger fyri at basa hesum.
Vit vitja gróðurstøðina hjá Skógrøkt Landsins og tosa við Rakul Dahl, og eisini spyrja vit Høgna Hoydal, landsstýrisfólkið á økinum, um eftirlitsskipanin við innflutningi av plantum er nóg góð.
Onnur innsløg í sendingini eru ein samrøða við Eyðun á Lakjuni um kórkonsert í Fuglafirði og samrøða við Ottar í Uttastovu, bónda í Trøðum á Sandi um føroyskt grønmeti.