Vit fregnast um nýggja ferðavinnuskeiðið, sum byrjaði á miðnámi í Vestmanna í gjár. Vit fáa orðið á næmingar, umframt at vit spyrja inn til hvat útbúgvingin inniber, og hvat hon kann brúkast til.
Í morgin byrjar ráðstevnan Nordic Meeting 2017, har umboð fyri ítróttarsambondini í norðurlondum hittast at umrøða tey øki, sum ymsu londini arbeiða við í løtuni. Petur Mittún, aðalskrivari í ítróttarsambandi føroya, sum er vertur fyri ráðstevnuni, kemur í útvarpsstovuna.
Tú verður ongantíð til nakað, er heiti á Klummu, sum Símun Joenen hevði í nýggjasta skúlablaðnum. Hvør er uppgávan hjá einum lærara, tá tað snýr seg um virðing - bæði fyri sær sjálvum og fyri øðrum. Vit hava prátað við Símun um hetta.