Listen

Description

Føroyingar hava altíð brúkt náttúruna nógv. Um ikki so nógv til at ganga í fyrr, so tí vit fingu tað, sum vit skulu liva av úr henni.

Tá er neyðugt við góðari tilbúgvingarskipan, men hvussu er okkara tilbúgving skrúvað saman. Tann spurningurin verður svaraður í hesari sendingini.

Tosað verður við Andras Marr Poulsen, samskipara av tilbúgvingini hjá Fiskimálaráðnum, Regin Jespersen, formann í Vága Bjargingarfelag og í Landsfelagnum fyri bjargingarfeløg, Edvard Bjarnason, deildarleiðara á MRCC Tórshavn, Hans Erik Gunnleygsson Jakobsen, tyrluskipara og leiðara á tyrludeildini hjá Atlantic Airways, Jógvan Páll Joensen, tilbúgvingarleiðara hjá løgregluni í Føroyum og Hans Mikkelsen og Gundur Mortensen, fjallabjargarar.

Edith Dahl Jakobsen er kaffigestur og eisini er Also á skránni.

Sissal Kampmann og Sveinur Tróndarson gjørdu sendingina.

Lurta eftir allari sendingini her.