Leygardagssendingin er her at hoyra í fullum líki.
Ann Dahl Hansen, prestur, er kaffigestur, nú hon verður partur av Also-panelinum, og aftaná prátið við hana, er Also á skránni, har Ann svarar spurningum frá lurtarum saman við Katrin Kallsberg og Sofus Hansen.
Vit tosað við Hans Ravnsfjall um nýggja jólasangin, sum hann hevur gjørt, og fyrri partur av sendingini endar við spurnarkappingini.
Í seinna parti er temaið veganarar. Vit tosa við Leif Sørensen og Gunndur Fossdal, sum báðir eru kokkar, um hvussu nógv eftirspurningurin eftir mati til vegetarar og veganarar er øktur. Eisini tosa vit við Paulu Báralíð og Ragnar Thomsen á Tvøroyri, sum fyri trimum árum síðan gjørdu av at leggja lívsstílin um gerast veganarar. At enda gera vit mat til vegetarar, veganarar - og onnur - saman við Oddvør Skarðhamar.
Umframt tað er nógvur góður tónleikur á skránni.