Listen

Description

Hvussu skulu vit fyrihalda okkum, tá vit ganga í bøi og haga. Tann spurningurin var vendur í leygardagssendingini hesaferð í samband við, at Bóndafelagið og Óðalsfelagið hava gjørt av at royna at finna fram til ein felags leist fyri, hvussu tey skulu skipa seg.

Sum støðan er nú, sigur lógin, at tey sum eiga og tey sum hava fest jørðina, hava rættin til at gera av, hvør kann ferðast í haganum, og um tey skulu gjalda fyri tað.

Sambært festarunum og jarðareigarunum er trupulleikin vaksandi í samband við øktu ferðavinnuna, sum inniber, at serliga útlendingar keypa sær fjallatúrar, uttan at bøndurnir fáa burtur av gjaldinum.

Tað er millum annað tað, sum Bóndafelagið og Óðalsfelagið vilja gera nakað við.

Í sendingini tosa vit við Sigert Patursson, formann í Bóndafelagnum, sum hevur sína meining um málið, men vit tosa eisini við Rúnu Hjelm, sum er ein av mongu føroyingunum, sum ganga nógv í fjøllunum. Hon hevur eina heilt aðra áskoðan enn formaðurin í Bóndafelagnum.

Eisini tosa vit við Jóan Paula Helgason, leiðara á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands um menningarætlanina, sum tey arbeiða við og sum verður løgd fram í februar, og at enda tosa vit við Andrass Holm Arge, løgfrøðing á Búnaðarstovuni, um hvat lógin sigur um tað at ferðast í bøi og haga.

Í fyrra parti av sendingini var Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, komin inn á gólvið til eitt kaffiprát, Also var á skránni, tey góðu tíðindini og spurnarkappingin.

Hoyr alla sendingina her.