Listen

Description

Hvussu nógvar gávur keypa vit, hvat kosta tær, og hvat er ein góð gáva? Hesar spurningar spyrja vit fólk á gøtuni.

Ber til at finna góðar jólagávur, sum kosta minni enn 100 kr? Tað royna Elin í Stórustovu og Birita B. Eidesgaard at finna útav.

Elin Lindenskov vísir á, at vit avgjørt kunnu gera góðar og ódýrar jólagávur sjálvi, og vit tosa við Rannvá Sólheim og Beintu B. Nolsøe um sort og tað at halda jól, tá vit hava mist ein av okkara kæru.