Listen

Description

Í Also eru spurningarnir frá einum manni, ið ynskir sær eina familju, og frá einari kvinnu, sum ikki vil at maðurin skal vera vinur við eina gamla flammu. Tvístøðan snýr seg um svart arbeiði.

Vit hava vitjan av íslendska bólkinum Ylja Dætur, sum syngur live í gongini, áðren kappingin er á skránni, har jólasangir skulu gitast.

Erling Fles, sálarfrøðingur, hugleiðir um eydnuna hjá tí einstaka, og Bergtórður Hjelm Bjarkhamar, prestur, er í útvarpsstovuni.

Vertir eru Eyðfinn Jensen, Elin Michelsen, Sveinur Tróndarson og Elin í Stórustovu.