Leygardagssendingin er her at hoyra í fullum líki.
Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum, er gestur til kaffiprátið og tey trý, Petrina Berg á Lag, Turið Horn og Andras Sólstein manna panelið í Also.
Í seinna parti av sendingini verður bara tosað um jól og tað, sum hevur við jól at gera. Eyðfinn Jensen hevur verið og tosað við nonnuna, systir Mariu, um jól og jólagudstænastuna í Mariukirkjuni jólaaftan. Fyri mong er henda jólagudstænastan tað sum hevur størstan týdning jólaaftan.
Eisini hoyra vit Elin Michelsen greiða frá, tá hon gjørdi jólakonfekt við børnunum.
Harumframt frá vit eina støðulýsing úr Klaksvík frá Gunnari Nolsøe og í Havn var Sveinur Tróndarson í býnum við mikrofonini, har hann millum annað tosaði við fólk, sum vóru úti og keyptu gávur. Eisini tosaði hann við Súsonnu Sondum um tiltøkini hjá Visit Tórshavn og miðbýin í høvuðsstaðnum.