- Tú skalt einki siga við manninum um, at hann ikki er pápi elsta barnið, sigur panelið við konuna, sum hevur samvitskubit 25 ár eftir, at hon fekk barn við øðrum manni. Hon og maðurin hava verið saman í 30 ár nú, men hann veit ikki, at hann ikki er pápi elsta barnið, og hon spyr, um hon skal siga honum tað.
Tað heldur panelið, sum í dag var sett saman av Petrinu Berg á Lag, Bergi Debes Joensen og Allan Dalsgarð.
Spurnarkapping var á skránni í fyrra parti og Jákup Sumberg var gestur til eitt kaffiprát.
Seinni parturin av sendingini snúði seg um føroyskan mat. Nú Koks hevur fingið Michelin-stjørnur, er nógv fokus á mat, men spurningurin er, um tað merkist hjá vanliga føroyinginum.
Vit tosa við Gutta Winther, sum sjálvur er kokkur, Ólav Gregersen, stjóra í Ocean Rainforest, sum alir tara, Lauru Joensen, sum bæði dámar væl og dugir væl at matgera og ger mat fyri fólk, og Anni Lützen, sum umframt at vera bóndakona í Syðradali, eisini rekur fyritøkuna Anni'sa Gómakrás, sum ger mat til tiltøk og annað mangt.
Sissal Kampmann, Elin Michelsen, Eyðfinn Jensen og Sveinur Tróndarson gjørdu sendingina. Í útvarpsstovuni vóru Sissal Kampmann og Sveinur Tróndarson.
Hoyr alla sendingina her.