Føroyska náttúran er í mangar mátar blivin eitt spælipláss fyri fólk, sum hava tað neyðuga dirvi.
Men tað er ikki vandaleyst at klintra ella at síga, og tað varpa vit ljós á í hesari sendingini.
Vit tosa við fólk sum síga bjørgini, vit tosa við fólk sum klintra í fjøllum og í drangum og vit tosa eisini við eina kunningarstovu um, hvat tey siga við útlendingar, sum ætla sær í føroysku fjøllini. Og so eru vit eisini og klintra á vegginum, sum er í ítróttaskúlanum í Vági.
Umframt tað var Also eisini á skránni í morgun.
Sissal Kampmann, Elin Michelsen, Eyðfinn Jensen og Sveinur Tróndarson gjørdu sendingina. Í útvarpsstovuni vóru Sissal Kampmann og Sveinur Tróndarson.
Hoyr alla sendingina her.