Leygardagssendingin í fullum líki.
Kaffiprát við Jensinu Olsen, sum eisini er í Also-panelinum saman við Petrinu Berg á Lag og Nina Brockie Hansen, eitt innslag er um binding og tað at binda jólagávur. Góð tíðindi eru eisini á skránni, prát við Hørð Wardum um tað at ræsa og turka kjøt í einum afturlatnum hjalli. Hørður Wardum byrjaði at eksperimentera við afturlatnum hjalli fyri umleið tíggju árum síðan. Eisini er prát við Høgna Heinesen og konuna Amaliu Davidsen, sum skipa fyri stórari Halloween-veitslu og Eyðfinn Jensen er á vitjan í Skorti. At enda er prát við Turið Mariu Jóhansdóttir, sum er ein av fyriskiparunum av fólkafundinum í Reinsarínum.
Elin í Stórustovu, Sveinur Tróndarson, Elin Michelsen og Eyðfinn Jensen, leggja til rættis.