Leygardagssendingin er nú byrjað aftur, og hesaferð bjóðar hon ein kaffiduss og eitt prát við Edith Dahl Jacobsen, Kjakaríið viđ Trinu Eysturoy, Allan Dalsgarð og Rigmor Dam, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri, og so hava vit boðið Signari í Homrum og Janusi Rein at pella fyri okkum og tykkum lurtarum, og hvør man duga best?
Elin Michelsen, Mirjam Pætursdóttir og Eyðfinn Jensen leggja til rættis.