Tveir dagar fyri nýggjársaftan fór ársins seinasta leygardagssending í luftina.
Tey trý, Halleluja-Sofus Hansen, Katrin Kallsberg og Henrik Old, sum mannaðu eitt av fyrstu panelunum í Also, tá sendingin byrjaði fyri umleið seks árum síðan, mannaðu aftur panelið til hesa sendingina, og er tað fyrstu ferð at tey aftur eru saman í panelinum. Av tí sama vóru tey eisini gestir til kaffiprátið áðrenn Also.
Seinni parturin av sendingini snúði seg mest um nýggjárið, sum stendur fyri durum. Ørvaroddar grilla ræst kjøt og vit vóru í Rúsdrekkasøluni og fingu ráð um, hvat kann drekkast til nýggjársmatin. Eisini vóru vit í býnum og spurdu fólk um nýggjárslyfti og so var Erling Fles, sálarfrøðingur í útvarpsstovuni og tosaði um tað evnið.
Lurta eftir sendingini her.