Listen

Description

Í kappingini snýr tað seg um at gita kendar føroyskar sangir, og eisini verður klokkan umrødd, nú skift verður til summartíð í nátt.

Várið í havanum greiðir Rakul Arnfríð Dam frá, meðan Vár í Ólavsstovu sigur okkum um várið í skaldskapi, og um tað at vera tann fyrsta í Føroyum, sum fekk navnið Vár.

Hans Petur Nolsøe, bóndi, sigur frá um uppgávurnar, ið standast av seyðahaldi um várið, og Erling Fles er í útvarpsstovuni til eina samrøðu um tað, sum várið ger við okkum menniskju.

Vertir eru Elin Michelsen og Eyðfinn Jensen.