Listen

Description

Katrin Leo og familja hennara hava búð í Bhutan, Afghanistan, Slovenia og Bolivia. Katrin er havnadama, maðurin er svii, døturnar eru føddar í Ljubljana í Slovenia, og tey arbeiða fyri Danmark.

Seinastu 17 árini hevur Katrin verið fulltrúi í uttanríkistænastu fyri danska uttanríkisráðið, og hon greiðir frá lívinum í fýra sera ymiskum londum, har tey eisini hava hildið ymisk jól.