Av mest sungnu jólasálmum í Føroyum er ein, sum er føroyskur burturav. Bæði yrking og lag er skrivað í farnu øld. Hartil er huglag og myndamál eisini úr heimligum jørðildi.
Talan er um sálmin "Tað sótu seyðamenn á vakt". Mikkjal á Ryggi yrkti jóladag í 1912. Føroyingar sungu sálmin við donskum løgum í mong ár. Nær Hans Jacob Højgaard smíðaði lagið, sum sálmurin nú verður sungin við, er ikki heilt greitt, men hildið verður, at lagið man verða um hálvthundrað ára gamalt.
Í dag ljómar hetta lag so yndisligt og jólaligt sum nakað annað av best umtóktu útlendsku jólaløgunum, men tað var helst ikki fyrr enn miðskeiðis í 70-árunum, tá jólaplátan hjá Toftakórinum kom, at føroyingar av álvara tóku nýggja føroyska lagið til sín.
Í sendingini fáa vit søguna um hin føroyska jólasálmin. Jákup Reinert Hansen, alkønur í skaldskapi Mikkjals, og Kári Bæk, tónaskald, greiða frá.
Eisini hoyra vit brot úr útvarpsviðtali við Hans Jacob Højgaard.