Listen

Description

Tónleikaskráin var undirhaldandi, álvarsom og nemur við alt kensluraðið við stórbærum verkum frá miklum tónaskøldum.

Nýggjárskonsertirnar bera sum altíð brá av vakurleika og hátíðarligum veitsludámi.

Tríggir solistar og kór eru við í konsertini.

 

Nýggjárskonsertin 2024

Ivan Magrí (ITA)

Heimsklassa tenorurin Ivan Magrí, ið hesaferð vitjar Føroya Symfoniorkestur, hevur nomið sær útbúgving á lærda tónleikaháskúlanum í Giuseppe Verdi í Milano.

Hann hevur eisini fingið holla vegleiðing frá víðagitna Luciano Pavarotti.

Hann hevur vunnið altjóða virðislønir í Riccardo Zandonai kappingini og Francesco Maria Martini kappingini.

Ivan Magrí ferðast kring allan heimin og hevur framført á Royal Opera House í London, Staatoper Berlin, Teatro Regio i Torino, Teatro dell'Opera í Rom, Florida Opera, Bayerische Staatsoper.

Í Norðurlandahúsinum sang Ivan Magrí millum annað "LA Donna É Mobile" úr kendu operaini Rigoletto, sum Verdi skrivaði í 1851, og "Che gelida manina" úr La Boheme operaini eftir Puccini, ið varð frumframførd á Teatro Regio í 1896.

 

Nýggjárskonsertin 2024

Andrias Blaasvær (FO)

Evnaríki violinleikarin Andrias Blaasvær fór at spæla violin sum 12-ára gamal hjá Nikolaos Kapnas, sála.

Hann hevur eisini fingið undirvísing hjá Jonu Højgaard, og í 2019 byrjaði Andrias at lesa á Kongaliga Danska Musikkonservatorinum í Keypmannahavn.

Í 2022 tók hann sær bachelorprógv hjá Elisabeth Zeuthen, og nú lesur Andrias á kandidatinum hjá Alexandre Zapolski.

Umframt at hava verið partur av Føroya Symfoniorkestri í fleiri ár, hevur Andrias Blaasvær eisini luttikið í verkætlanum hjá eitt nú Danmarks Radio, Copenhagen Phil og Kongaliga Kappellinum.

Hann er virkin sum komponistur og hevur í fleiri ár arbeitt við sínari fyrstu sonatu fyri soloviolin, sum verður útgivin í 2024.

Á nýggjárskonsertini spældi Andrias Blaasvær Tzigane eftir Maurice Ravel. Íblásturin til verkið stavar frá smigrandi romatónleikinum og varð upprunaliga skrivað til ungarska violinistin Jelly d'Arányi í 1924.

Andrias Blaasvær spælir upp á Gaetano Gadda frá 1949.