2015 gjørdist árið við stjórnarskifti Tinganesi. Alivinnan, sum hevur havt vind í seglini síðstu árini, varð móti ársenda rakt av politiskum brotasjógvum.
Alt farandi árið varð tosað um eina fiskivinnunýskipan. 2015 var eisini árið, tá oljuprísurin kavaði og oljuvinnan her um okkara leiðir mátti repa seglini.
Kommunurnar skuldu lofta eldraøkinum, sum landið higartil hevði tikið sær av. Fólkatalið setti met, og vit nærkast nú 50.000 fólkum í Føroyum.
Samstundis varð av álvara sett fokus á, at nøkur í vælferðarsamfelagnum Føroyar hava so dánt til dagin og vegin, eisini føroysk børn liva í fátækradømi.
Og síðst í sendingini fáa vit eina støðulýsing av føroyska búskapinum, á gáttini til 2016.
Lagt til rættis: Jón Brian Hvidtfeldt.