2016 var árið við nýskipanum - nýskipanum áveg. Fiskivinnupolitikkurin hjá samgonguni varð gjørdur ítøkiligur í nýskipanarálitinum, sum nú verður telvað um politiskt.
Fíggjarpolitiskt skiftu vit kós - sitandi samgonga sigur seg vilja nakað heilt annað enn undanfarna. 2016 var eisini árið, tá løgtingið samtykti at loyva fólki av sama kyni at giftast borgarliga.
Í summar hildu vit reisigildi á Glasi - størsta, almenna byggiverkætlanin, sum framvegis elvir til høvuðbrýggj. Og eisini banka vit á búskaparbarometrið, her á gáttini til 2017.
Mynd: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, kjakast við Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø , ávíkavist úr Fólka- og Sambandsflokkinum, báðir fyrrverandi landsstýrismenn í fiskivinnumálum.