Listen

Description

Ólavur Hátún andaðist 25. juli í ár, 87 ára gamal. Hesin serligi undangongumaður hevur verið lýstur í øðrum sendingum í Kringvarpinum. Eisini hava vit hoyrt, hvussu stóran týdning hann hevur havt fyri føroyskan kórsang og fyri føroyskan tónleik- og okkara mentan sum heild.

Í hesi sending hoyra vit seinastu konsertina hjá Ólavi, sum var við Sólarmagn í Vestmanna kirkju. Til hetta høvi hevði Sólarmagn fingið nógvan og góðan styrk frá sangarum, ið hava sungið við Ólavi, serliga í Havnarkórinum. Hinar báðar konsertirnar hjá Sólarmagn og Ólavi vóru í auluni á Finsen í Havn og í Ólavskirkjuni í Kirkjubø.

Konsertin í Vestmanna kirkju var sunnudagin 13. mai í ár. Pauli Magnussen tók hana upp fyri Kringvarpið.