Í vikuni bórust tíðindi um eina kvinnu, sum noyddist at eiga í Føroyum og aftaná fekk at vita, at hon sjálv skuldi gjalda rokningina. Útvarpið gjørdi nógv burturúr hendingini, sum var knýtt at syrgiligu umstøðum í familuni. Spurt verður, um í so stórur dentur var lagdur á kendslubornu umstøðurnar.
Fótbóltur fylllur alla staðni - eisini í Pressuni - hesiferð um raðfesting av fótbólti í miðlunum. Eisini um raðfestingina av kvinnufótbólti.
Gestir:
Rólant Waag Dam, ítróttarredaktørur KVF, Sverri Egholm, redaktørur Portal.fo, Jacoba Langgaard, landsliðsleikari í fótbólti og Kári Mikkelsen, journalistur og samskiiftsráðgevi.
Marjun Dalsgaard, redaktørur Breddin, KvF.
Við tøknipultin: Kári Annand Berg
Lagt til rættis: Øssur Winthereig