Listen

Description

Ikki er nóg mikið at halda, at øll eru hon ella hann - summi eru millumkynd. Hvussu klárar málið at fevna um øll og skal málið í miðlunum royna at vera kynsnevtralt?

Hevur tað týdning at siga, hvat kyn ein forsætis"persónur" er - forsætisráðharri ella forsætisråðfrú?

Metter Frederiksen hevur vitjað í Føroyum, men hvussu nógv fáa miðlarnir burturúr eini vitjan hjá eini danskari forsætisráðfrúu? Er tað mest ein rituel vitjan?

Gestir: Gerog L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Árni Gregersen, journalistur.

Rúna Sivertsen, Sunneva Háberg Eysturstein og Sonja Jógvansdóttir.

Við tøknipultin: Øssur Egholm
Lagt til rættis: Øssur Winthereig