Í bókini Svik, sum Jan Lamhauge hevur skrivað, verða nógv fleiri viðurskifti í Kringvarpinum viðgjørd og nógvir medarbeiðarar nevndir. Hvussu ber til hjá Kringvarpinum at viðgera eina bók, har Kringvarpið sjálvt fylgir so nógv? Og ber yvirhøvur til, at Øssur Winthereig, tekur hetta evnið upp, tá verturin sjálvur er partur av innihaldinum í bókini?
Gestir: Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF og Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin.
Kári Mikkelsen ummælir nýggju sjónvarpstovuna, sum verður brúkt til Dag og Viku.
Ivan Niclasen, stjóri KvF, viðmerkir eina nýggja kanning um hyggjaratøl í sjónvarpinum.
Við tøknipultin: Høgni Fagraberg
Lagt til rættis: Øssur Winthereig