Eigur ein Public-Service tíðinastovnur eisini at hugsa um mentalu heilsuna hjá sínum lurtarum og hyggjarum. Ella mugu vit sættast við - at miðlarnir fyrst og fremst og onkutíð bara viðgera evni eftir um tey hava týdning fyri okkum?
Tey góðu tíðindini eru, hvussu fá eru smittað og hvussu nógv eru frísk. Tey ringu tíðindini, at fleiri og fleiri doyggja í Svøríki ella USA. Ja og so eru summi tíðindi sum sveiggja millum gott og ringt frá degi til dags:
Kappróðpurin skal vera - Kappróðurin er avlýsur - Kappróðurin verður.
Nógv av okkum hava havt góða tíð reika á Facebook og instagram, ja ella brúka okkum á teimum miðlunum. Hvussu er okkara facebrúk-nýtsla broytt.
Til síðst ein reportasje úr Tinginum, har arbeiðskorini hjá bæði pressu og poltikarum eru broytt.
Gestir: Tór Verland Johansen, stjóri Sansir, Búi Petersen, búsitandi í New Foundlandi, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KVF og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
Við tøknipultin: Øssur Egholm
Lagt til rættis: Øssur Winthereig