Listen

Description

"Gløgg" eitur nýggja jólafløga, ið Steintór Rasmussen hevur latið úr hondum. Talan er um eina samling av jólasangum, ið Steintór Rasmussen hevur skrivað millum ár og dag. Summar eigur hann bæði orð og lag til - aðrar bara orðini. Summir eru ongantíð útgivnir áður, meðan aðrir eru. Steintór syngur bara ein sang sjálvur, men hevur fingið onnur at tulka sangirnar hjá sær, eitt nú "Eitt stjørnuskot so vakurt", ið gjørdist síðst svanagongur Hanusar G. Johansen, er at finna á "Gløgg".