Fyrr í ár gav Frum út plátuna "Whirlpool". Nú verður plátan givin út á føroyskum og á vinyl, og í tí sambandi er Jenný Augustudóttir Kragesteen gestur í sendingini. Í sambandi við endurútgávuna á føroyskum, so hevur Jenny fingið nøkur av fremstu tónlistafólkum í landinum at samstarva við seg á sangunum.