Tey flestu munnu hava hoyrt ella lisið um tilburðin, tá týski kavbátrin U-34 sníkti seg inn í bretsku herflotahavnina í Scapa Flow í Orknoyggjum og søkti slagskipið "Royal Oak". Hetta var í august 1939.
Hálvtannað ár seinni framdu bretar eitt álop, sum á ein hátt kann samanberast við álopið hjá U-34. Tað var ið hvussu er djarvt og fekk stórar avleiðingar.
Tað er álopið á fronsku flotastøðina St. Nazaire, sum týskarnir høvdu valdið á.