1777 var eitt av teimum ringastu árunum til ís í Grønlandi. Hetta árið vóru nógv donsk, týsk og niðurlendsk skip á hvalaveiði undir Eysturgrønlandi, og vit vita við vissu, at minst 15 teirra fórust í ísinum.
Av tí, at manningarlistarnir vóru heldur tilvildarligir, veit eingin, hvussu nógvir mans fórust, men hildið verður, at teir vóru millum 200 og 300 í tali.
Í sendingini verður sagt frá teimum, sum vórðu bjargaðir eftir fleiri strævnar mánaðir á ísinum