Listen

Description

Hey øll somul og vælkomin aftur til Hyggjuráðið!

Aftur hesuferð er posin gott blandur við miðlagóðgæti. Vit fara hugna okkum við tí grovu samfelagsrevsandi satiruni í amerikansku animatións-sendirøðini "South Park", síðani fara vit at de-konstruera klassisku krimi-genré’una í spildur nýggja filminum “Knives Out" eftir Rian Johnson, og síðst men avgjørt ikki minst, fara vit ein túr aftur í tíðina við at hyggja at "Apocalypse Now" eftir Francis Ford Coppola, nú sum Final Cut.

Vælkomin til Hyggjuráðið.